Endurgjald fyri heilsutrygd
7. mai 2025 varð løgtingslógin um afturrindan av heilsutrygdargjaldi samtykt.
Hetta merkir, at tey, sum í tíðarskeiðnum frá 1. november 2014 til 31. desember 2023 hava rindað heilsutrygdargjald í Føroyum sambært § 24, stk. 1, í heilsutrygdarlógini, og sum samstundis hava rindað heilsutrygdargjald í øðrum norðurlandi sambært Nordisk konvention om social sikring, kunnu søkja um at fáa føroyska gjaldið afturrindað.
Søkjast skal á Borgaraglugganum
- Rita inn á gluggan
- Vel Oyðubløð > Heilsutrygd > Afturrindan av heilsutrygdargjaldi
- Fyll út og send
Síðsta freist er 31. desember 2025
Gev gætur, at verður søkt um endurgjald fyri seinni ár enn 2023, skal ikki søkjast á Borgaraglugganum uttan beinleiðis frá Heilsutrygd. Fá meira at vita á www.heilsutrygd.fo.