Lurta

Endurrindan av heilsutrygdargjaldi

Hin 7. mai bleiv lógin um afturrindan av heilsutrygdargjaldi samtykt.

Hetta merkir at persónar,  sum frá 1. november 2014 til og við 2023 hava goldið heilsutrygdargjald sambært § 24, stk. 1 í heilsutrygdarlógini, og sum sama ár hava rindað heilsutrygdargjald í øðrum Norðurlandi, vísandi til Nordisk konvention om social sikring, kunnu eftir umsókn fáa endurrgoldið heilsutrygdargjald.

Søkjast skal um endurgjaldið á Borgaraglugganum.

Umsóknarfreistin er 1. januar 2026

Fyri árini 2024 og 2025 kann søkjast um endurgjald hjá Heilsutrygd.