Lurta

Jólakeypa uttanlands?

Fert tú ein svipp til Edinburgh ella aðrastaðni at orðna gávur og stás til jóla? Tú kanst keypa fyri 2.500 krónur + mvg uttan at rinda toll.

Keypir tú fyri meira, skalt tú boða frá í tollinum í Føroyum

Tað gert tú í reyðu rás á flogvøllinum ella farstøðini, tá ið tú kemur aftur.

Velur tú grønu rás og verður tikin, rindar tú tollin og tað dupulta í bót.

Tú skalt kunna prógva prísin á vøruni

Tað gert tú t.d. við eini kvittan.

Kanst tú ikki prógva prísin, kunnu tollararnir  áseta hann.

Vøra, sum er ein eind, skal flytast inn sum ein eind

Tú kanst ikki flyta hana inn í umførum ella fáa onnur at taka ein part í sítt viðføri.

Einir oyraringar fyri 3.000 krónur kunnu t.d. ikki flytast inn hvør sær fyri 1.500.

Aftur at teimum 2.500 kanst tú keypa tollfrítt rúsdrekka o.a.

> Síggj vørur og mongdir undir Tollfrítt fyri ferðandi til Føroya á taks.fo

> Síggj kunngerðina við øllum reglunum um tollfrítt og ferðandi á logir.fo