Skriva út

Hey, tú fært í hesum døgum bræv sendandi frá TAKS

Tað vísir støðuna millum teg og okkum – um alt er okey, um tú skyldar nakað, fært pengar á kontu, ella um tú skalt lata inn sjálvuppgávu. Brævið kemur sendandi í Mínboks, postkassan og Borgaragluggan.

Tí skalt tú lesa brævið

Tú skalt lesa brævið, tí at tað er um týdningarmikil peningaviðurskifti hjá tær. Eru viðurskifti, tú mást avgreiða, so fortelur brævið tær eisini, hvussu tú kanst gera tað, og nær freistin er.

Brævið kemur hesar dagar
  • Í Borgaragluggan 2. mars
  • Í Mínboks 3. mars
  • Í postkassan 6.-8. mars

Í postkassan kemur tað, um tú ikki hevur Mínboks.