Lurta

Leys størv

Lærlingur til TAKS í Klaksvík

Dámar tær tøl og at hjálpa fólki? Leitar tú eftir einum læruplássi, har tú lærir nakað týdningarmikið?

So kann tað væl vera tú, sum verður nýggi lærlingurin hjá TAKS.

Vit leita eftir einum lærlingi til skattadeildina hjá okkum í Klaksvík at byrja 1. september 2026.

Um læruplássið

TAKS er ein nútímans stovnur, har faklig vitan, talgildar loysnir og borgaratænasta ganga hond í hond.

Eitt lærupláss hjá TAKS er ikki bara eitt stað at vera í tvey ár. Tað er eitt stað, sum gevur meining. Her lærir tú, hvussu samfelagið veruliga hongur saman, fært spennandi arbeiðsuppgávur og kollegar, sum hjálpa tær væl í gongd.

Hvat fert tú at gera?

Sum lærlingur hjá TAKS lærir tú skrivstovuarbeiði og borgaratænastu og fært innlit í, hvussu ein almennur stovnur er við til at fáa samfelagið at rigga í gerandisdegnum.

Tú fert serliga at arbeiða við skattaspurningum frá borgarum. Tú lærir at vegleiða fólk, svara spurningum og at avgreiða mál rætt og væl.

Eingin væntar, at tú dugir alt frammanundan. Tað er jú tí, tað eitur eitt lærupláss. Tað týdningarmesta er, at tú vilt læra, torir at spyrja og tekur ábyrgd.

Vit ímynda okkum, at tú

  • hevur miðnámsútbúgving ella fært hana í summar
  • tosar og skrivar føroyskt, enskt og danskt
  • hevur eyga fyri tølum
  • dugir væl við fólki
  • arbeiðir skipað og samvitskufult
  • trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum
  • ert forvitin um talgilding og nýggjar loysnir

Lærutíð

Lærutíðin veldst um, hvørja miðnámsútbúgving tú hevur:

  • við búskaparbreyt er lærutíðin tvey ár
  • uttan búskaparbreyt er hon tvey ár + eitt fimm viku netskeið

Setanarviðurskifti

Tú fert fyri tað mesta at arbeiða hjá TAKS í Klaksvík, men vitjar eisini aðrar deildir hjá okkum í styttri tíðarskeið. Harumframt fert tú í skúla í Danmark.

Løn og setanartreytir fylgja sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Send okkum eina umsókn

Tú søkir læruplássið á talgildu umsóknarsíðuni hjá okkum. Har skrivar tú kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, lívrensl, miðnámsprógv og onnur viðkomandi skjøl.

Hevur tú ikki fingið prógvið, áðrenn umsóknarfreistin er úti, kanst tú søkja kortini.

Umsóknarfreistin er úti sunnudagin, 14. juni 2026

Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristinu Hallursdóttir Laksáfoss, deildarleiðara, á khl@taks.fo ella á 35 27 17.

KT-menningarleiðari til TAKS

TAKS søkir eftir einum leiðara, sum vil standa á odda fyri talgildu menningini hjá stovninum.

Talan er um eitt av týdningarmestu KT-umhvørvunum í almennu fyrisitingini. Vit leita tí eftir tær, sum hevur fakliga tyngd, leiðsluligt hegni og strategiskt yvirlit, og sum við áræði vil arbeiða fyri dyggum og tryggum KT-loysnum til gagns fyri borgarar og vinnulív.

Um starvið

Sum KT-menningarleiðari hevur tú dagligu leiðsluna av KT-menningardeildini hjá TAKS. Deildin telur í dag átta starvsfólk og stendur fyri menning og viðlíkahaldi av talgildu skipanunum hjá stovninum.

Samstundis hevur tú ein sentralan leiklut í at:

  • samskipa menningararbeiðið og tryggja, at tað stuðlar strategisku málum okkara
  • leggja KT-verkætlanir til rættis og stýra teimum
  • standa fyri einum væl skipaðum og virðisskapandi samstarvi við uttanhýsis veitarar

Ein av høvuðsuppgávunum verður at leiða arbeiðið við at nútímansgera føroysku toll- og skattaskipanina. Hetta er millum størstu KT-verkætlanir í Føroya søgu. Verkætlanin er longu farin í gongd, og í løtuni eru umleið 30 fólk frá TAKS og uttanhýsis KT-fyritøkum knýtt at henni. Uppgávan verður ein týðandi táttur í starvinum næstu fimm árini.

Tú verður partur av leiðsluni hjá TAKS og verður við til at leggja langtíðarætlanir, seta mál og gera raðfestingar fyri stovnin.

Um teg

Tú hevur viðkomandi KT-útbúgving á kandidatstigi og drúgvar royndir á økinum.

Tú skapar trivnað, álit og fakliga menning. Tú gevur starvsfólkum ábyrgd, stuðlar teimum í gerandisdegnum og setir eina greiða kós, eisini tá uppgávurnar eru stórar og samansettar.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við KT-menning, prosessmenning og verkætlanarleiðslu. Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur innlit í løgfrøði og almenna fyrisiting.

Vit leggja dent á, at tú:

  • sýnir áhuga fyri leiðslufakinum
  • samskiftir greitt og virðiliga
  • hevur góð samstarvsevni og megnar at byggja brýr millum fakøki
  • dugir væl at skipa arbeiðið, raðfesta og føra uppgávur á mál
  • hugsar í loysnum og tekur væl grundaðar avgerðir
  • tosar og skrivar føroyskt, enskt og danskt

Tú vísir rúmligheit, empati og tryggleika í samskiftinum við onnur. Samstundis hevur tú dirvi at taka avgerðir og halda fast í tí, sum tænir endamálinum best.

Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.

Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Send okkum umsókn tína

Tú søkir starvið á talgildu umsóknarsíðu okkara, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, CV, prógv og onnur viðkomandi skjøl.

Umsóknarfreistin er 21. juni 2026

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðun Mørkøre, stjóra, á telefon 35 26 00 ella á eym@taks.fo.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.