Skriva út

Leys størv

Kreativur skrivstovulærlingur til TAKS

Vit søkja eftir einum ágrýtnum og kreativum skrivstovulærlingi til stjórnarskrivstovuna hjá TAKS at byrja 1. september ella skjótast gjørligt eftir tað. Tú fert at arbeiða við og fáa innlit í skrivstovuarbeiði innan almenna fyrisiting við denti á HR og samskifti. Hóast tilknýti til stjórnarskrivstovuna, kemur tú í ávísan mun at arbeiða við øðrum fakøkjum á TAKS.

Tú verður partur av toyminum á deildini, ið telur 6 starvsfelagar, men tú kemur at samstarva við øll 115 starvsfólkini á TAKS. Tú kemur eisini at hava samskifti við veitarar okkara, herímillum lýsingastovur.

Á deildini kemur tú at vera við at skapa kreativt og viðkomandi samskifti til gagns fyri TAKS og kundaskaran. Tú kemur eisini at hjálpa til við setanartilgongdum, innleiðslu, samskipan av tiltøkum og fundum og øðrum fyrifallandi arbeiði á deildini. Vit geva tær rúmd og tíð til at menna tínar førleikar.

Førleikar

Tú hevur miðnámsútbúgving, og vit síggja fyri okkum, at tú gongur upp í tína skúlagongd og ta menningarætlan, sum verður løgd fyri lærutíðina. Tú ert forvitin eftir at læra og arbeiðir skipað og ábyrgdarfult. Tú tolir eisini skiftandi arbeiðsumstøður, tá uppgávurnar á deildini krevja hetta.

Vit vænta, at tú hevur áhuga í og hegni til:

  • at skriva tekstir á bæði føroyskum og enskum
  • at arbeiða við grafiskum loysnum
  • lættari myndaviðgerð
  • at arbeiða við SoMe
  • at seta teg inn í og at brúka ymisk amboð og ymiskar skipanir
  • at seta teg inn í talgildu loysnirnar hjá TAKS

Tú hevur áhuga fyri tí nýggjasta og teimum talgildu møguleikunum sum finnast, so sum vitlíki.

Lærutíðin veldst um, hvørt tú hevur miðnámsprógv við búskaparbreyt ella ikki

  • Við búskaparbreyt er lærutíðin tvey ár.
  • Uttan búskaparbreyt er lærutíðin tvey ár og eitt fimm viku netskeið.

Setanarviðurskifti

Sum lærlingur á stjórnarskrivstovuni fert tú í høvuðsheitum at arbeiða hjá TAKS á Havn. Stundum fert tú eisini at arbeiða aðrastaðni hjá TAKS, og tú tekur ástøðiliga partin av læruni í Danmark.

Lønar- og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja?

Ger tað talgilt á umsóknarskipan okkara. Fyll út og viðheft umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Umsóknarfreistin er sunnudagin, 11. august 2024

Meira fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Dianu Gilstón, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á dg@taks.fo.

Málsviðgeri til TAKS í Saltangará

TAKS søkir eftir einum dugnaligum málsviðgera til deildina Virkisskattur í Saltangará. 

Um starvið

Arbeiðið fevnir millum annað um at viðgera skattamál hjá feløgum og sjálvstøðugt vinnurekandi, ið geva upp við roknskapi, viðgera kapitalvinning hjá persónum og feløgum, svara fyrispurningum og at gera eftirlit.

Um teg

Tú hevur skrivstovuútbúgving og dugir væl føroyskt, danskt og enskt.

Tað er fyrimunur at hava skyn á skattalóggávu og almennari fyrisiting. Gott er somuleiðis at hava royndir við málsviðgerð og journalisering í 360.

Tað er eisini neyðugt, at tú:

·         ert fyrikomandi,

·         ert tolin og ágrýtin,

·         dugir væl at samstarva,

·         sýnir ábyrgd og nærlagni,

·         arbeiðir sjálvstøðugt,

·         og kanst taka juridiskt grundaðar avgerðir.

 

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt

Setanarøkið er TAKS í Saltangará, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3.

Hug at søkja?

Fyll út talgilda umsóknarblað okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Umsóknarfreistin er mánadagin, 12. august 2024

Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Poulu á Líðarenda, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á pl@taks.fo.