Lurta

Leys størv

Hygg og søk.

Fulltrúi til virkisskattin hjá TAKS

Vilt tú arbeiða fyri, at fyritøkur í Føroyum rinda rættan skatt?

TAKS leitar eftir einum fulltrúa til virkisskattadeildina – eitt spennandi starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum útinnir skattaeftirlit og aðrar týðandi uppgávur hjá deildini, og har møguleikarnir fyri ábyrgd og fakligari menning altíð hoyra við.

Førleikar
Tú hevur hægri vinnubúskaparfrøðiliga útbúgving við sergrein í lóg ella grannskoðan – til dømis HA (jur), HD-R, cand.merc.jur., cand.merc.aud. ella aðra tílíka útbúgving. 

Vit ímynda okkum eisini, at tú:
•    arbeiðir við tolni og nærlagni
•    hugsar klókt og objektivt
•    dugir at skapa yvirlit og síggja samanhangir
•    skrivar væl á føroyskum og dugir eisini á donskum og enskum
•    trívist við at brúka telduskipanir
•    tekur sjálvstøðugar avgerðir og grundgevur fyri teimum út frá lógarteksti

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur ítøkiligar royndir við at kanna torgreidd virkisviðurskifti á tínum fakøki. Tað telur eisini við, um tú hevur kunnleika til almenna fyrisiting.

TAKS er í ferð við at framtíðartryggja telduskipanir sínar. Starvsfólk luttaka eftir tørvi, og tú fært eisini møguleikan at geva títt fakliga íkast til arbeiðið.

Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv, sum verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni hjá TAKS í Havn ella í Saltangará, alt eftir avtalu. Setanarøkið fevnir um alt TAKS og kann eisini fevna um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Starvið verður sett 1. desember 2025 ella eftir avtalu.

Verður tað tú, sum fært starvið? 
Søk tað við at fylla út talgilda umsóknarblað okkara. Viðheft umsókn, lívrensl, prógv og møgulig viðmælir.

Umsóknarfreistin er sunnudagin, 12. oktober 2025
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Poulu á Líðarenda, deildarstjóra, á 35 26 00 ella á pl@taks.fo.