Lurta

Freist at lata inn sjálvuppgávu hjá privatpersónum og sjálvstøðugt vinnurekandi við roknskaparskyldu

Freistin at lata inn sjálvuppgávu hjá privatpersónum og sjálvstøðugt vinnurekandi við roknskaparskyldu er 4. mai 2026. Lættast er at lata inn á Borgaraglugganum.

Sjálvstøðugt vinnurekandi fáa altíð sendandi eina sjálvuppgávu, sum skal latast inn við roknskapi. Hesi hava roknskaparskyldu, tí tey hava inntøku av egnum vinnuvirki (hava B-inntøku). Hetta eru t.d. einstaklingsvirkir, har skatturin fylgir p-talinum, t.e., at persónurin verður skattaður av yvirskotinum.

Um vinnuvirkið er mvg-skyldigt ella skal flyta lønir um skattaskipanina, hevur tað eitt V-tal.