Skattauppgerðir og sjálvuppgávur tøkar í postkassanum
Sjálvuppgávan 2024 fer nú á rull.
Øll fáa eina skattauppgerð ella eina sjálvuppgávu sendandi. Tjenti ella misti man pengar upp á virðisbrøv í fjør, fær man eisini eina kapitalvinningsuppgerð ella eina kapitalvinningssjálvuppgávu.
Í Borgaragluggan kemur hon 4. mars, í Mínboks 5. mars, og hjá teimum, sum ikki brúka Borgaragluggan ella Mínboks, kemur hon í postkassan frá 12. mars og úteftir.