Skriva út
04. mars 2022

17.122 borgarar fáa pening aftur í skatti

Skattauppgerðin 2021 hjá A-skattgjaldarum sæst nú á Borgaraglugganum og í Mínboks. Tey, sum ikki nýta hesar tænastur, fáa uppgerðina í postkassan í næstum.

17.122 borgarar fáa pening aftur í skatti

Í alt fáa teir 54.321.478 krónur útgoldnar. 1.664 borgarar hava goldið ov lítið í skatti og fáa í næstum rokning, í alt 5.471.544 krónur. 23.283 borgarar hava goldið rættan skatt og hvørki fáa ella skylda nakran pening.

Fært tú skattauppgerð, skalt tú kanna, um hon er røtt

Um feilir eru í, skalt tú lata inn sjálvuppgávu við røttum upplýsingum. Innlatingarfreistin er 2. mai 2022. Les meira um hvat og hvussu á www.taks.fo/sjálvuppgáva.

Er uppgerðin røtt, skalt tú einki gera.

B-skattgjaldarar fáa ikki skattauppgerð men bræv um at lata inn sjálvuppgávu

Tá ið sjálvuppgávan er innlatin, verður skattauppgerðin gjørd. Í alt er talan um 6.278 borgarar, sum skulu lata inn sjálvuppgávu.