Skriva út
04. mars 2021

18.248 borgarar fáa pening aftur í skatti

Skattauppgerðin 2020 hjá A-skattgjaldarum sæst nú á Borgaraglugganum og í Mínboks. Tey, sum ikki nýta hesar tænastur, fáa uppgerðina í postkassan í næstum.

18.248 borgarar fáa pening aftur í skatti

Í alt fáa teir 56.737.658 krónur útgoldnar. 1.521 borgarar hava goldið ov lítið í skatti og fáa í næstum rokning, í alt 4.264.980 krónur. 22.205 borgarar hava goldið rættan skatt og hvørki fáa ella skylda nakran pening.

Fært tú skattauppgerð, skalt tú kanna, um hon er røtt

Um feilir eru í, skalt tú lata inn sjálvuppgávu við røttum upplýsingum. Innlatingarfreistin er 3. mai 2021. Les meira um hvat og hvussu á www.taks.fo/sjálvuppgáva.

Er uppgerðin røtt, skalt tú einki gera.

B-skattgjaldarar fáa ikki skattauppgerð men bræv um at lata inn sjálvuppgávu

Tá ið sjálvuppgávan er innlatin, verður skattauppgerðin gjørd. Í alt er talan um 5.663 borgarar, sum skulu lata inn sjálvuppgávu.

Leinki

Mínboks
Borgaragluggin
Um skattauppgerð
Um sjálvuppgávu
Hagtøl fyri skattauppgerðir 2019