Skriva út
12. oktober 2015

3000 hava goldið ov lítið í eftirløn

Á leið 3000 borgarar hava goldið ov lítið í eftirløn fyri árið 2014. Hesir fáa nú eina eftirlønaruppgerð og seinni eisini eina rokning frá TAKS. Samanlagt sendir TAKS rokningar út fyri 6,7 milliónir krónur.

Tey flestu, sum nú fáa eftirlønaruppgerð, hava havt eina B-inntøku, ið tey ikki hava goldið eftirløn av. Talan kann eitt nú vera um inntøku úr útlandi, av egnum virki ella frá húsaleigu. Sambært eftirlønarlógini skal eftirløn rindast av allari slíkari inntøku. Í 2014 skuldi 1% av allari inntøku rindast í eftirløn.

Fyrst uppgerð, síðan rokning
Eftir at hava fingið uppgerðina, fáa hesi somu 3000 fólkini í seinna helmingi av oktober sendandi eina rokning fyri vantandi eftirlønargjaldið í 2014. Rokningin skal rindast TAKS innan 1. november 2015. TAKS heldur so einum parti av peninginum aftur í eftirlønarskatti og flytur restina víðari á eftirlønarkontuna hjá borgaranum.

Er eftirlønarkontan røtt?
Fyri at TAKS kann seta eftirlønargjaldið á rætta kontu, má stovnurin hava rættar upplýsingar um kontuna. Tískil eiga tey, sum nú fáa eftirlønaruppgerð og rokning, at vissa sær, at TAKS hevur hesar upplýsingar. Hava fólk áður rindað eftirløn, eru tær aloftast í lagi. Tey, sum onga eftirlønarkontu hava, skulu hinvegin stovna sær eina slíka hjá einum eftirlønarveitara og síðan boða TAKS frá. Í Borgaraglugganum ber til at kanna síni eftirlønarviðurskifti.

Til ber at rinda, hóast eingin eftirlønarkonta er
Eru stundirnar ikki at stovna sær eina eftirlønarkontu innan 1. november, ber framvegis til at rinda rokningina til tíðina. Tá verður peningurin í fyrstu syftu settur á eina depotkontu hjá TAKS. Har verður hann so standandi, til TAKS fær boð um, hvørja eftirlønarkontu, peningurin skal flytast á.