Skriva út
11. oktober 2023

Altjóða álit á føroyskari skattaumsiting

Í feskari skattakanning hjá OECD standa Føroyar seg væl og eru vorðnar fullgóðkendur partur av altjóða samstarvi um útveksling av skattaupplýsingum. 147 lond eru við í samstarvinum.

Útveksling av skattaupplýsingum er tað, at lond lata hvør øðrum skattaupplýsingar eftir ávísum reglum. Útlendskir skattamyndugleikar kunnu eitt nú fáa kontuavrit av kontum, sum borgarar teirra hava í Føroyum. Háttlíka kann TAKS fáa kontuavrit av kontum, sum borgarar her hava aðrastaðni.

Skipanin gevur eina effektivari skattaumsiting.

Útveksling av skattaupplýsingum krevur hóskandi lóggávu og umsiting

Tað eru millum annað hesi viðurskifti, sum OECD nú hevur kannað í Føroyum.

Hugt var eitt nú eftir, um lóggáva og umsiting okkara tryggja, at neyðugar upplýsingar eru tøkar, um TAKS hevur nøktandi heimild at heinta tær og kann útveksla tær skjótt og trygt.

Tíggju slík grundleggjandi viðurskifti vórðu kannað, og Føroyar luku øll til lítar.

Álitið er skapt í felagsskapi millum TAKS, Skráseting Føroya, Fíggjarmálaráðið og danska fíggjareftirlitið

Arbeiðið við at alheimsgera útveksling av skattaupplýsingum byrjaði eftir altjóða bankakreppuna í 2008. OECD hevur staðið fyri arbeiðinum. Føroyar komu spakuliga við í 2011, og síðan tá hava TAKS, Skráseting Føroya, Fíggjarmálaráðið og danska fíggjareftirlitið arbeitt fyri at skapa tær fortreytir, sum skulu til fyri at fáa Føroyum fulla góðkenning í samstarvinum.

Tað hevur nú eydnast.

Les eisini

Frágreiðing hjá OECD um kanningina
Heimasíða hjá OECD um útveksling av skattaupplýsingum
CRS fyri fíggjarstovnar og íløgufeløg
Útveksling av kontuupplýsingum millum fíggjarstovnar og skattamyndugleikar