Skriva út
26. juni 2018

Altjóða skattasamstarvið økt

Herfyri fingu nógvir niðribúgvandi føroyingar bræv frá SKAT í Danmark um, at teir høvdu ognir, inntøkur ella eftirlønir í Føroyum, ið teir skuldu kunna donsku skattamyndugleikarnar um. Brævið fekk nógv fólk venda sær til okkara, m.a. tí tey undraðust á, hvaðan SKAT hevði fingið hesar upplýsingar. Til hetta er at siga, at tað er TAKS, sum hevur sent upplýsingarnar til donsku skattamyndugleikarnar, ið nú sum partur av vanligari málsviðgerð senda brøv út til borgararnar.

Føroyar eru partur av samstarvinum

Hóast skattamyndugleikar áður hava sent upplýsingar sínámillum, so er altjóða samstarvið millum skattamyndugleikarnar nú ment so mikið, at teir sjálvvirkandi kunnu lata upplýsingar til hvønn annan. Við hesum skapast munandi betri umstøður at gera skattaálíkningar og at hava eftirlit tvørtur um landamørk.

Borgarin hevur skyldu til at upplýsa um skattaviðurskifti síni

Sum borgari hevur ein skyldu til at kunna skattamyndugleikarnar í landinum, har ein hevur fulla skattskyldu, um øll skattaviðurskifti – eisini um viðurskifti í øðrum londum. Aloftast hevur ein fulla skattskyldu í tí landi, har ein hevur bústað, men í ávísum førum ber til at hava fulla skattskyldu í tveimum londum, sokallaða dupulta skattskyldu, og tá skulu myndugleikarnir í báðum londum verða kunnaðir.

Lesandi kunnu hava dupulta skattskyldu

Lesandi uttanlands kunnu søkja um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, meðan tey eru burturi. Tey, sum velja at søkja, fáa tá dupulta skattskyldu og skulu tá, sum nevnt, geva skattamyndugleikunum í báðum londum kunning um øll skattaviðurskifti. Myndugleikarnir í lestrarlandinum skulu t.d. kunnast um inntøkur í Føroyum, og TAKS skal kunnast um inntøkur í lestrarlandinum.

Kontuavrit sæst á Borgaraglugganum

Tey, sum í sambandi við brævið frá SKAT í Danmark vilja vita, hvat tey hava tjent í Føroyum eitt ávíst tíðarskeið, finna upplýsingarnar á Borgaraglugganum. Rita inn, vel løn, vel tíðarskeið og síggj lønina niðast í yvirlitinum, sum tá kemur fram.

Les meira um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum sum lesandi

> Heim at tjena pengar í summar

Til Borgaragluggan (ekstern síða)