Lurta

Ansa eftir følskum boðum í navninum hjá TAKS

TAKS er vorðið varugt við, at følsk boð eru í umferð. Í boðunum verða móttakarar bidnir um at trýsta á eitt leinki fyri at fáa skatt endurgoldnan.

Boðini kunnu líkjast almennari kunning frá TAKS, men tey eru ikki frá okkum.

TAKS biður ongantíð um persónligar upplýsingar gjøgnum leinki í SMS-boðum ella telduposti

Fært tú slík boð, skalt tú hvørki trýsta á leinkið ella lata persónligar upplýsingar frá tær. Strika boðini.

Kanna heimasíðubústaðin

Falska heimasíðan nýtir búmerki og litir hjá TAKS og kann við fyrsta eygnabrá tykjast álítandi.

Heimasíðubústaðurin er tó taks-fo.help og ikki taks.fo. Síðan hevur einki við TAKS  at gera.


Falska heimasíðan líkist heimasíðuni hjá TAKS.
Gáa eftir heimasíðubústaðnum niðast á myndini.

Nýt almennu sjálvgreiðslurnar hjá TAKS

Tá tú skalt avgreiða skattaviðurskifti ella fáa atgongd til tínar skattaupplýsingar, mæla vit til, at tú nýtir almennu sjálvgreiðslurnar hjá TAKS:

  • Borgaragluggin – til tínar persónligu skattaupplýsingar og skattaviðurskifti.
  • Vinnugluggin – til skattaviðurskifti og aðrar tænastur hjá fyritøkum.

Tú finnur Borgaragluggan og Vinnugluggan á almennu heimasíðuni hjá TAKS, www.taks.fo.

Ert tú í iva um eini boð, kanst tú altíð venda tær til TAKS.

TAKS

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.