Lurta

Ansa eftir følskum sms-boðum í navninum hjá TAKS

TAKS er vorðið varugt við, at følsk sms-boð eru í umferð. Í boðunum verða móttakarar bidnir um at trýsta á eitt leinki fyri at fáa skatt endurgoldnan.

Boðini kunnu líkjast almennari kunning frá TAKS, men tey eru ikki frá okkum.

Kanna heimasíðubústaðin

Falska heimasíðan nýtir búmerki og litir okkara og kann við fyrsta eygnabrá tykjast álítandi.

Heimasíðubústaðurin er tó taks-fo.help og ikki taks.fo. Síðan hevur einki við TAKS at gera.

Skíggjamynd av falskari heimasíðu, sum gevur seg út fyri at vera taks.fo. Niðast á myndini sæst tó heimasíðubústaðurin taks-fo.help.

 Falska heimasíðan líkist heimasíðuni hjá TAKS.
Gáa tó eftir heimasíðubústaðnum niðast á myndini.

Fært tú slík boð, skalt tú strika tey

Trýst ikki á leinkið og lat ongar persónligar upplýsingar frá tær.

  • Hevur tú latið bankaupplýsingar, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við bankan hjá tær og biðja um ráð.
  • Hevur tú latið samleikaupplýsingar, skal tú endurnýggja Samleikan í samleikaappini hjá tær og velja nýtt loynital.

TAKS biður teg ongantíð um persónligar upplýsingar gjøgnum leinki í sms-boðum ella teldubrøvum.

Nýt almennu sjálvgreiðslurnar hjá TAKS

Tá tú skalt avgreiða skattaviðurskifti ella fáa atgongd til tínar skattaupplýsingar, mæla vit til, at tú nýtir almennu sjálvgreiðslur okkara:

  • Borgaragluggin – til tínar persónligu skattaupplýsingar og skattaviðurskifti.
  • Vinnugluggin – til skattaviðurskifti og aðrar tænastur hjá fyritøkum.

Tú finnur leinki til Borgaragluggan og Vinnugluggan á forsíðuni á www.taks.fo.

TAKS

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.