Skriva út
17. februar 2015

Armslongdarreglan og lán millum nærstandandi partar

– kunning til grannskoðarar

Eigur høvuðspartaeigari pening til góðar í felagi, skal hann halda meginregluna um armslongd. Hetta er eisini galdandi, tá ið nærstandandi partar veita lán sínámillum.

Armslongdarreglan er lógarfest í § 37a í skattalógini. Hon sigur, at tá ið skattskyldug inntøka verður gjørd upp, skulu nærstandandi partar nýta somu prísir og treytir í handilsligum og búskaparligum viðurskiftum, sum tá ið talan er um viðurskifti millum óheftar partar. Handilslig og búskaparlig viðurskifti skulu skiljast í breiðastu merking og eru t.d. tænastur, lán, ognarflytingar og immateriel aktiv, ið verða latin einum at ráða yvir.

Armslongdarreglan er grundleggjandi lýst í grein 9 í OECD modellsáttmálanum. Reglan skal m.a. tryggja, at tað verður handlað eftir marknaðartreytum, tá ið lán verður veitt nærstandandi parti eftir § 37a í skattalógini. Rentan skal eisini verða ásett á sama hátt, sum tá ið tveir óheftir partar áseta hana í líknandi støðu.
Ikki ber til at áseta fasta rentu, tí hon veldst um váðan við handlinum. Vit skulu bert vísa á, at rentan skal endurspegla ein handil, sum er gjørdur undir vanligum treytum.

Vit heita tí á grannskoðarar og onnur, sum hava um hendi uppgerðir yvir handlar, ið eru fevndir av armslongdarregluni, um at upplýsa prísásetingina av hesum handlum, sbr. § 118a í skattalógini. Vit skulu eisini siga frá, at vit fara at uppraðfesta økið, nú upplýsingar koma inn elektroniskt.