Skriva út
30. november 2018

Barsilsskipanin nýggja heimasíðu

Barsilsskipanin hevur fingið nýtt andlit á netinum. Eina nýmótans heimasíðu við øllum hentleikum, sum slíkar skulu hava.

Barsilsskipanin verður umsitin av TAKS. Nýggja heimasíðan hevur tí sama snið sum síðan hjá TAKS, men hevur lættari litir.

Heimasíðan kunnar um teir fíggjarligu møguleikar, sum Barsilsskipanin bjóðar foreldrum og arbeiðsgevaranum.

> Vitja nýggju heimasíðuna á www.barsil.fo