Skriva út
04. apríl 2014

Bókaútgáva um føroysku skattasøguna

Í samband við at 30 ár eru liðin, síðan samtíðarskattaskipanin varð tikin í nýtslu, gevur TAKS í dag eina bók út.

Bókin, ið hevur fingið heitið Úr skattasøguni, er at kalla eitt brot úr føroysku skattasøguni, sett saman við brotum úr Løgtingstíðindum um skatt og skattagongdina. Í bókini eru somuleiðis nakrar samrøður við fyrr- og núverandi starvsfólk á stovninum, um hvussu tey hava upplivað broytingarnar gjøgnum árini.

Tað er Poul Andreasen, fulltrúi á TAKS, ið hevur ritstjórnað bókina, og verður hon løgd fram á hátíðarhaldi á Østrøm kl. 14 í dag.

Frá mánadegnum fæst bókin til keyps í Kundatænastuni hjá TAKS.