Skriva út
06. januar 2020

Borgaragluggin er nú eisini á enskum

Við enskari útgávu av Borgaraglugganum verður nú betri hjá enskmæltum tilflytarum at avgreiða viðurskifti síni við TAKS á netinum, eitt nú at søkja um ferðastuðul, síggja lønaryvirlit, lata inn sjálvuppgávu o.a.

Frammanundan hevur TAKS givið út taks.fo og barsil.fo á enskum, og seinni kemur Vinnugluggin á enskum máli eisini. Síðurnar eru allar liður í arbeiðinum hjá TAKS at veita talgildar tænastur til borgarar og vinnulív.

> Vitja ensku útgávuna av Borgaraglugganum