Skriva út
12. oktober 2015

Broyting í toll-og skattafyrisitingarlógini (bindandi svar)

Ein broyting í Toll- og skattafyrisitingarlógini ger tað nú møguligt hjá skattgjaldarum at fáa bindandi svar í sambandi við skattaspurningar. Lógarbroytingin kom í gildi hin 1. juli 2015.

Endamálið við ásetingunum um bindandi svar er at veita skattskyldigum møguleikan fyri at fáa bindandi svar um skattaspurningar. Við at økja um vissuna fyri skattligu avleiðingunum av gerðum skattgjaldarans, skal skipanin styrkja um rættarstøðuna.

Umsókn
Tú kanst senda eina umbøn um bindandi svar til TAKS við at fylla út umsóknarblaðið S63 Umbøn um bindandi svar.
Umsóknarblaðið finnur tú á heimasíðuni hjá TAKS undir Oyðubløð.

Tú kanst taka niður umsóknarblaðið við at trýsta her.

Gjald ásett fyri umbøn
Fyri at umsóknin skal verða viðgjørd, skal gjald rindast á kontu hjá TAKS samstundis sum umsóknin verður send til TAKS.

Les meira um bindandi svar og ásett gjøld her.