Skriva út
29. oktober 2023

Brúkar tú firmabilin privat?

So skalt tú rinda skatt av koyringini, tí so er tað fríur bilur. Arbeiðsplássið skal kanska eisini endurrinda mvg'ið, tað fekk aftur fyri bilin. Tað er sama søga, um tú fert á møti við bilinum, til fótbóltsdyst, koyrir børnini í barnagarð, keypir morgunbreyð til familjuna og hvat sum helst, ið ikki hoyrir til uppgávurnar hjá arbeiðsplássinum.

Annarhvør føroyingur heldur, at reglurnar um firmabilar verða ikki hildnar

Tað kemur fram í feskari brúkarakanning, har TAKS spyr fólk, hvussu raskir føroyingar eru at halda skattareglur landsins. Nógvir ymiskir spurningar verða settir, og tá ið ræður um firmabilar, halda 64% av teimum spurdu, at firmabilar hjá almennum stovnum verða brúktir privat, og 40%, at firmabilar hjá fyritøkum verða tað. Tað er ikki ólógligt at brúka ein firmabil privat, men so er talan um frían bil, og nýtslan er skattskyldig.

Fólk halda, at nýtslan av firmabilum skal kannast

Tað tekur TAKS til eftirtektar og fer í næstum at gera nýtslusýn av firmabilum. Tað er, at vit til ymisk høvi fara at kanna, um firmabilar verða brúktir sambært reglunum, og um talan er um frían bil ella ikki.

Síggj reglurnar her á heimasíðuni

Á fríur bilur, starvsfólk sært tú reglurnar, sum starvsfólk skulu duga.
Á fríur bilur, arbeiðspláss sært tú reglurnar, sum arbeiðspláss skulu duga.

Har sært tú eisini, hvussu tú orðnar tín firmabil við TAKS

Vel títt leinki og fá alt at vita um firmabilin.