Skriva út
10. juni 2021

COVID 19-avgjald á ferðandi til Føroya

Í tíðarskeiðnum 1. oktober 2020 til og við 31. august 2021 skulu øll ferðandi, 12 ár ella eldri, rinda eitt COVID 19-avgjald á 350 krónur áðrenn komu til Føroya.

Avgjaldið verður kravt inn av flutningsfyritøkum ella umboðum teirra.

Er avgjaldið ikki rindað áðrenn komu, krevur TAKS avgjaldið inn við komu. Rindað verður við gjaldskorti.

Gjaldið verður innkravt við heimild í løgtingslóg nr. 139 frá 29. september 2020 um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroya, seinast broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 26. mars 2021.

TAKS