Skriva út
12. september 2019

Dagførd tollplakat

TAKS hevur dagført tollplakatina, sum vísir, hvussu nógv tollfrítt, ið ferðandi til Føroya kunnu keypa.

Av broytingum er at nevna, at nú kanst tú keypa 4,5 litrar víni og 2,25 litrar av heitvíni afturímóti 4,0 og 2,0 litrum áður. Broytingin kemst av, at dagførdu tølini hóva betur saman við fløskur á 0,75 litrar. Og nú verður cider flokkað sum øl og ikki sum vín, og snús er komið á plakatina saman við balli.

Nýggja plakatin er á føroyskum og enskum og hongur á flogvøllinum og á farstøðini. Tú kanst eisini heinta hana her niðanfyri sum PDF og JPEG.

Heinta tollplakat á føroyskum

> Tollplakat_FO (PDF)
> Tollplakat_FO (JPEG)

Heinta tollplakat á enskum

> Tollplakat_EN (PDF)
> Tollplakat_EN (JPEG)

Les eisini

> Tollfrítt fyri ferðandi til Føroya