Skriva út
28. juni 2022

Dagføring av ómaksgjøldum

Frá og við 1. juli 2022 dagførir TAKS ómaksgjøld síni fyri manuella avgreiðslu av niðanfyristandandi viðurskiftum hjá vinnurekandi. Fýra gjøld hækka, tvey eru nýggj.

Ómaksgjøld, galdandi frá og við 1. juli 2022

At skráseta útflutning: 200 kr. pr. sending.*
At skriva út kontuavrit, váttanir o.a.: 50 kr.
At skráseta mvg-uppgerð: 250 kr. pr. uppgerð.
At rykkja eftir tollskjølum o.ø.: 50 kr. pr. rykkjara.*
At taka ímóti gjaldi uttan fyri Vinnugluggan: 100 kr.**
At tolla: 150 kr. pr. tolling + 30 krónur í tænastugjaldi.

*) Nýtt gjald, sum ikki er tikið áður.
**) Einki ómaksgjald verður tikið, um goldið verður uttan fyri Vinnugluggan við GS-lykli.

Gjøldini eru ásett sambært rundskrivi nr. 2/2022 um ómaksgjald fyri avgreiðslu av meirvirðisgjaldi, tolli og útskriftum v.m. fyri vinnuligar kundar.

Nevndu viðurskifti kunnu flestøll avgreiðast ókeypis á Vinnuglugganum

Vinnugluggin er sjálvgreiðslan hjá TAKS til tey vinnurekandi. Her avgreiða fyritøkur toll, mvg og onnur taksviðurskifti, tá tað liggur fyri.

Leinki

Um Vinnugluggan
Til Vinnugluggan