Skriva út
06. mai 2015

Eftirlit av útlendskum bilum

Síðst í apríl mánaði kannaði tolldeildinin hjá TAKS nýtsluna av bilum við útlendskari nummarplátu. Tá ið eftirlitið var av, høvdu 38 bileigarar fingið boð um at venda sær til TAKS innan eina ásetta freist, fyri at lýsa nýtsluna av bilinum við tí útlendsku nummarplátuni.

Bilar og akfør við útlendskari nummarplátu mugu einans vera í landinum í 3 mánaðir í einum 12 mánaða tíðarskeiði uttan at rinda toll- og innflutningsavgjøld. Tó kann loyvi verða givið til longri tíðarskeið, um søkt verður um tað, og viðurskifti annars tala fyri tí.

Fleiri mál longu avgreidd
Sambært leiðaranum fyri tollinum, Jens Christiani Olsen, hava fleiri bilánarar vent sær til TAKS í døgunum eftir at eftirlitið varð gjørt, og tískil eru eisini fleiri av eftirlitsmálunum avgreidd. Í summum førum høvdu ánararnir neyðugu loyvini til akfarið.

Ì teimum førum har bilánarin ikki vendir sær til TAKS innan ta ásettu freistina, fer TAKS at lata málið víðari til Akstovuna til at viðgera nærri. Ì síðsta enda kunnu akfør, sum eru skeivt skásett, missa nummarplátuna.