Skriva út
11. desember 2018

Eingin løn?

Frá 1. januar 2019 skulu øll, eisini ung undir 21 ár, spara saman til egna eftirløn. Ung undir 21 ár hava higartil verið undantikin í lógini um at spara saman til eftirløn, men so er ikki longur. Hesi skulu nú eisini stovna sær eina eftirlønarkontu. Eftirlønarkontan skal eins og lønarkontan latast arbeiðsgevaranum. Uttan eftirlønarkontu fær arbeiðsgevarin ikki flutt lønina eftir 1. januar.

Í 2019 skulu øll í minsta lagi gjalda 5% av bæði A- og B-inntøku til eftirløn.

> Les meira um, hvussu tú stovnar eftirløn og fært eftirlønarkontu