Einki mvg á eplum, grønmeti og barnablæum
Løgtingið hevur við broyting í § 12, stk. 1, í mvg-lógini samtykt, at epli, grønmeti og barnablæur skulu frítakast fyri mvg.
Broytingin er lýst í Kunngerðablaðnum A, nr. 207, tann 14. desember 2025. Frá og við 15. desember 2025 skulu handlar tí ikki longur leggja mvg á hesar vørur.
Frítøkan fevnir um hesi vørunummur í toll- og vøruskránni:
- Kapittul 07: vørunumrini 0701.10.00 til og við 0714.90.90
- Kapittul 96: vørunumrini 9619.00.50 og 9619.00.81
TAKS