Lurta

Endurgjald fyri heilsutrygd

Hevur tú rindað heilsutrygdargjald bæði í Føroyum og í øðrum norðurlandi í tíðarskeiðnum frá 1. november 2014 til 31. desember 2023?

So kanst tú søkja um at fáa føroyska gjaldið endurgoldið. Hetta er sambært løgtingslóg um afturrindan av heilsutrygdargjaldi.

Tú søkir á Borgaraglugganum

  • Rita inn
  • Vel Oyðubløð > Heilsutrygd > Afturrindan av heilsutrygdargjaldi
  • Fyll út og send

Síðsta freist er 31. desember 2025

Gev gætur, at søkir tú um endurgjald fyri seinni ár enn 2023, skalt tú ikki søkja á Borgaraglugganum  uttan beinleiðis frá Heilsutrygd. Fá meira at vita á www.heilsutrygd.fo.

Leinki

> Heilsutrygd