Skriva út
26. februar 2014

Enn eitt fet nærri sjálvavgreiðslu

Fyrst í mars verða árligu skattauppgerðirnar og sjálvuppgávurnar sendar út. Men í ár verður sjálvuppgávan ikki send út í sínum vanliga líki. Tey umleið 3.000, sum vanliga hava fingið sjálvuppgávu sendandi, fáa í ár eitt bræv sendandi heldur enn eitt sjálvuppgávu oyðublað. Í brævinum verður heitt á fólk um at nýta sjálvavgreiðsluskipanina eSkatt, tá ið tey skulu lata sjálvuppgávuna inn. Í brævinum stendur, hvussu tey logga á skipanina, eins og tey finna sítt loynital, sum skal nýtast til at logga á eSkatt.

eRoknskap og sjálvavgreiðslur
Høvuðsorsøkin til at TAKS nú streingir á, fyri at fáa fólk at nýta sjálvavgreiðslurnar eSkatt og Vinnugluggan, er at kunngerð er komin í gildi, sum sigur, at allir roknskapir til TAKS skulu latast TAKS talgilt. Hetta merkir, at øll, sum hava skyldu at lata TAKS roknskap, skulu gera hetta gjøgnum eina av sjálvavgreiðslunum. Feløg og felagsskapir skulu nýta Vinnugluggan. Persónar og sjálvstøðugt vinnurekandi skulu nýta eSkatt, og mugu hesi av tí sama lata sjálvuppgávuna inn við eSkatt.

Sjálvavgreiðsla gevur betri tænastu
“Á TAKS hava vit leingi vitað, at møguleikar fyri sjálvavgreiðslu til borgarar og vinnu er vegurin fram. Sjálvavgreiðsla gevur størri frælsi til brúkaran, betri nøgdsemi og skjótari og rættari viðgerð. Okkara brúkarakanning vísir beinleiðis, at fólk, sum nýta eitt nú eSkatt, eru betri nøgd við tænastuna hjá TAKS. Somuleiðis eru sjálvavgreiðslurnar við til at effektivisera almennu umsitingina” – sigur Eyðun Mørkøre, stjóri.