Skriva út
02. mars 2021

Fá kekk upp á tollin – Tvey tollskeið við TAKS og Synergi

16. og 17. mars skipa TAKS og Synergi fyri skeiði í ávikavist innflutningstolli og tarifering – og longu nú skalt tú skunda tær fyri at sleppa við.

16. mars | Grundskeið í innflutningstolli

Vit terpa mannagongdirnar, til tær sita. Tá tú kemur aftur til arbeiðis, eru tollpappírini eitt spæl.

Melda til og les meira á heimasíðuni hjá Synergi á www.synergi.fo/innflutningur.

Tilmeldingarfreist: 5. mars.

17. mars | Skeið í tarifering eftir toll- og vøruskránni

Vit nørdast við toll- og vøruskránna ein heilan dag, læra at nýta hana rætt og síggja millum annað, hvussu skiftið frá rávøru til liðugvøru gongur fyri seg.

Melda til og les meira á heimasíðuni hjá Synergi á www.synergi.fo/tarifering.

Tilmeldingarfreist: 10. mars.