Skriva út
11. mai 2021

Ferðaleiðaravirksemi mvg-skyldigt

Eftir ymiskar tulkingar er nú staðfest, at ferðaleiðarar skulu leggja meirvirðisgjald á virksemi sítt.

​Í nøkur ár hevur hetta virksemi annars verið tulkað sum mvg-frítt. Tulkingin hevur verið grundað á § 2, stk. 3, litra l, í mvg-lógini. Síðan varð komið eftir, at tulkingin var ikki bein, og avgerð varð tí tikin um, at mvg skuldi leggjast á.

Í sambandi við kæru um málið hevur Skatta- og avgjaldskærunevndin havt spurningin til viðgerðar og hevur í niðurstøðu tikið undir við avgerðini hjá TAKS​.

Ferðaleiðaravirksemi er tískil endaliga staðfest at vera mvg-skyldigt.

Les eisini

Meirvirðisgjald á ferðaleiðaravirksemi útsett til 1. januar 2022