Skriva út
03. september 2020

Ferðavinna og skeinkistøð kunnu nú søkja um COVID 19-stuðul

TAKS tekur nú ímóti umsóknum um COVID 19-stuðul frá ferðavinnu og skeinkistøðum. Stuðulin er partur av hjálparpakka 3, sum kom í gildi við lóg tann 24. juni 2020. Kunngerðin, sum útgreinar lógina, varð lýst 28. august, og nú er klárt at søkja.

Heinta umsóknarblað og les meira um stuðulin á www.taks.fo/covid19-stuðul-til-ferðavinnufyritøkur og skeinkistøð.

Eru spurningar annars um COVID 19-stuðulin, ber til at ringja til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag frá 10 til 15. Til ber eisini at skriva til covid19@taks.fo.

Leinki

www.taks.fo/covid19-stuðul-til-ferðavinnufyritøkur og skeinkistøð