Skriva út
28. juni 2017

Føroyar í fremstu røð í altjóða skattasamstarvi

Sum partur av altjóða verkætlan at skapa skattligt gjøgnumskygni millum lond var TAKS í síðstu viku við til at verkseta royndarkoyringina av heimsins fyrstu sjálvvirkandi skipan til at útveksla skattaupplýsingar tvørtur um landamørk.

Verkætlanin, ið ber enska heitið "The Global Forum on Transparency and Exchange of Information for Tax Purposes" er skipað undir OECD, hvørs endamál er at fremja fíggjarliga samvinnu og menning í demokratiskum londum. 142 lond eru við í verkætlanini, og til royndarkoyringina vórðu seks lond útvald. Teirra millum vóru Føroyar.

TAKS hevur førleikarnar

Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, sigur, at valið fall á Føroyar, tí at TAKS hevur verið ein virkin partur av hesum altjóða samstarvi og hevur víst, at stovnurin megnar at fremja slíkar skipanir í verki.

Endamálið við verkætlanini er at fyribyrgja, at einstaklingar og fyritøkur fjala fíggjarlig virðir fyri at sleppa undan at rinda skatt. Hetta verður gjørt á tann hátt, at eina ferð um árið sendir sjálvvirkandi útvekslingsskipanin øllum skattamyndugleikum í limalondunum upplýsingar um, hvat ið borgarar og virkir í teirra landi eiga av virðisbrøvum og kontum í hinum limalondunum.

Trygdin í hásæti

Meðan útvekslingsskipanin verður royndarkoyrd, verður kannað, um hon virkar eftir ætlan, og um trygdin er í lagi. Alstórur dentur verður nevniliga lagdur á at hava eina trygga skipan, har óviðkomandi ikki sleppa framat nøkrum upplýsingum. Hetta arbeiðið heldur áfram til septembermánað, tá ið ætlanin er at seta skipanina endaliga í verk.

Tá koma hini limalondini væntandi við í skipanina og skapa soleiðis eitt felags amboð til at fyribyrgja skattaskjóli og til at fremja ein so rættvísan skatt, sum til ber.