Skriva út
31. oktober 2014

Føroyar millum 52 undangongulond í altjóða skattaavtalu

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, skrivaði 29. oktober undir eina altjóða avtalu, sum frameftir fer at hava ein týðandi leiklut í stríðnum móti altjóða skattaundandrátti.

Undirskrivað varð í Berlin, og var týski fíggjarmálaráðharrin, Wolfgang Schäuble, vertur fyri tiltakinum, har umboð fyri 52 lond kring knøttin luttóku.

Trupulleikin við altjóða skattaundandrátti hevur verið raðfestur á altjóða politisku dagsskránni seinastu árini. Hetta hevur havt við sær eina røð av avtalum, har lond hava bundið seg til at hjálpa hvørjum øðrum við upplýsingum í skattamálum. Føroyar hava, sum sjálvstøðugur partur, luttikið í hesum arbeiði, og higartil eru 44 avtalur undirskrivaðar. Hesar avtalur eru við:

Andorra, Anguilla, Antigua & Barbuda, Aruba, Bahamas, Bahrain, Barbados, Belize, Bermuda, Botswana, Brunei, Bretsku Jomfrúoyggjarnar, Caymans Islands, Cook Islands, Costa Rica, Dominica, Gibraltar, Grenada, Guatemala, Guernsey, Hong Kong, Isle of Man, Jamaica, Jersey, Liberia, Liechtenstein, Macao, Marshall Islands, Mauritius, Monaco, Montserrat, Niðurlendsku Antillurnar (Curaçao), Niue, Panama, Qatar, Samoa, San Marino, Seychelles, St. Kitts & Nevis, St. Lucia, St. Vincent and the Grenadines, Turks & Kaikos Oyggjarnar, Uruguay og Vanuatu.

Higartil hava avtalurnar verið soleiðis, at londini hava bundið seg til at lata frá sær upplýsingar eftir áheitan, men við avtaluni í Berlin hava Føroyar og hini 51 londini í sonevnda undangongubólkinum (Early Adoptors Group) avgjørt at taka stigið víðari, og fara hesi lond nú undir fyrireikingarnar til eina nýggja skipan, har upplýsingar verða latnir sjálvvirkandi. Miðað verður ímóti, at hendan skipan verður sett í verk í 2017.

Londini, sum skrivaðu undir í Berlin, ganga undan á hesum økinum, men vónin er, at alt fleiri lond fara at leggjast afturat, soleiðis at heilt kann sleppast undan trupulleikanum við altjóða skattaundandrátti frameftir.

Undirskrivandi londini í Berlin vóru:

Albania, Anguilla, Armenia, Argentina, Aruba, Belgia, Bermuda, Bretland, Bulgaria, Bretsku Jomfrúoyggjarnar, Cayman Islands, Curaçao, Danmark, Estland, Føroyar, Eysturríki, Finnland, Frakland, Gibraltar, Grikkaland, Guernsey, Ísland, Írland, Italia, Jersey, Korea, Kolumbia, Kroatia, Kypros, Kekkia, Letland, Liechtenstein, Litava, Luxsembourg, Malta, Mauritius, Montserrat, Meksiko, Niðurlond, Noreg, Isle of Man, Póland, Portugal, Romenia, Slovakia, Slovenia, Suður Afrika, Spania, Svøríki, Turks & Kaikos Oyggjarnar, Týskland og Ungarn.

Sum, tað sæst, ganga nøkur lond aftur, og merkir hetta, at hesi lond við avtaluni í Berlin, eru farin eitt fet víðari frá at lata upplýsingar eftir áheitan til at lata upplýsingar av sínum eintingum.