Lurta

Frítíðarlønin á kontu 4. mai

Mánadagin, 4. mai, fáa 32.658 fólk frítíðarløn á kontu.

Í alt er talan um 630 milliónir krónur. Tað eru 65 milliónir krónur meira enn í fjør, hóast 119 færri fólk fáa frítíðarløn í ár.

Fært tú frítíðarløn, sært tú upphæddina á Borgaraglugganum undir løn > frítíðarløn.

Gev gætur, at TAKS upplýsir ikki um frítíðarløn í telefon.

Les um frítíðarløn

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.