Skriva út
29. august 2019

Hægstirættur givið TAKS viðhald í máli

Málið snúði seg í stuttum um, hvørt nøkur partabrøv hjá felagnum Varðanum kunnu seljast við skattafríum vinningi, tí at tey eru fevnd av ávísum skiftisreglum í kapitalvinningsskattalógini.

Partabrævaeigararnir mettu, at partabrøvini komu undir skiftisreglurnar. TAKS helt hinvegin, at tað gjørdu tey ikki, og at skattur tískil skal rindast av vinninginum, um tey verða seld. Hesum tók Hægstirættur undir við, og eigararnir skulu sostatt rinda skatt av møguligum vinningi, um teir selja partabrøvini.

> Dómurin hjá Hægstarætti (PDF)