Heilsutrygdargjald: Sløk millión afturrindað higartil
Tey, sum í tíðarskeiðnum frá november 2014 til desember 2023 rindaðu fyri heilsutrygd í Føroyum og í øðrum norðurlandi sama ár, hava síðan í summar kunnað søkt TAKS um at fáa føroyska gjaldið afturrindað.
32 umsóknir eru longu avgreiddar – 30 játtaðar
Til samans 853.000 krónur verða afturrindaðar hesum umsøkjarum.
170 umsóknir eru innkomnar higartil. Sambært metingum hjá TAKS áttu umsóknirnar at verið fleiri í tali, og TAKS heitir á tey, sum lúka nevndu treytir, um at senda inn umsókn sína.
Søkt verður á Borgaraglugganum
- Lat upp Borgaragluggan og rita inn
- Vel Oyðubløð > Heilsutrygd > Afturrindan av heilsutrygdargjaldi
- Fyll út og send
Umsóknarfreistin er 31. desember 2025
Hevur tú spurningar um evnið? Ring til TAKS á 35 26 00 ella skriva til taks@taks.fo. Avgreiðslutíðin er mánadag til hósdag frá 10 til 12.