Lurta

Hevur tú fingið rokning fyri manglandi eftirlønargjald?

TAKS sendi í vikuskiftinum út rokningar fyri manglandi eftirlønargjøld.
Tíverri vórðu nakrar av hesum rokningum sendar av óvart, og tær skulu ikki gjaldast.

Talan er um rokningar fyri 2020 ella eldri ár

Er tín rokning fyri 2020 ella eldri ár, skalt tú ikki gjalda hana, men koyra hana burtur.
Árið sæst í teiginum “Tekstur” á rokningini.

Spyr okkum, um tú ivast 

Ring  35 26 00 ella skriva til taks@taks.fo.
Vit hava opið mánadag til hósdag  frá 10 til 12.

Vinarliga,
TAKS