Skriva út
28. apríl 2020

Í morgin fara fyritøkur at kunna søkja um COVID 19-stuðul

Kunngerðin um stuðul til fastar útreiðslur hjá fyritøkum orsakað av COVID-19 er nú lýst. TAKS skal umsita skipanina og er til reiðar at taka ímóti umsóknum frá og við í morgin.

Søkt fer at verða á Vinnuglugganum ella við umsóknarskjali, sum fer at kunna heintast her á taks.fo. Her verður eisini vegleiðing um stuðulsskipanina, og hvussu ið søkt verður.

TAKS