Skriva út
19. desember 2017

Innflutningurin av rúsevnum tykist vaksa í stórum

TAKS hevur í ár lagt hald á metstórar mongdir av rúsevnum, heili 23 kg. Meginparturin er hassj, men TAKS hevur eisini steðgað sterkari evnum sum kokain og MDMA. Mongdirnar eru næstan fýra ferðir so stórar sum í fjør, tá hald varð lagt á 6 kilo av rúsevnum í alt.

– TAKS fegnast sjálvandi um, at stovnurin hevur forðað fyri, at hesi rúsevnir eru komin út ímillum føroyska ungdómin, men samstundis er tað ræðandi, at so stórar mongdir av rúsevnum verða smuglaðar til Føroya, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Víðari sigur hann, at TAKS tíverri má staðfesta, at tað er vorðið vanligt at finna rúsevnir uppi á ferðafólki, í postflutningi og flutningi annars. Tað er torført at meta um, hvussu nógv fer fram við okkara eftirliti orsakað av manglandi orku, ikki minst nú bæði innflutningur og ferðafólkatal eru vaksin so nógv, men tað er eingin ivi um, at tølini tala fyri, at eftirlitið hjá TAKS eigur at verða styrkt, sigur Eyðun Mørkøre.