Kunning til gistingarveitarar um burðardygdargjald
Løgtingið hevur við broytingum í §§ 13, 15 og 16 í ferðavinnulógini samtykt, at frá 1. februar 2026 skulu gistingarveitarar krevja inn burðardygdargjald frá ferðafólki, sum rindar fyri gisting.
Gjaldið skal krevjast frá ferðafólki 16 ár og eldri og er 20 krónur fyri náttina, tó í mesta lagi 200 krónur til samans fyri hvørt ferðafólk.
Sum gistingarveitarar telja:
- gistingarhús
- kampingpláss
- tjaldingarpláss
- privatfólk, sum leiga út sjálv ella gjøgnum gistingarportalar
- havnarmyndugleikar, sum taka gjald fyri atløgupláss hjá vitjandi stuttleikabátum
Burðardygdargjaldið skal avroknast við TAKS frá og við 2027. TAKS fer at koma við meiri kunning um hetta seinni.
TAKS
> Broytingar, lýstar í Kunngerðablaðnum A, nr. 196, tann 9. desember 2025