Skriva út
04. mai 2016

Kunning um kringvarpsgjaldið hjá virkjum og stovnum

Í hesum døgum taka vit inn kringvarpsgjald frá virkjum og stovnum vegna Kringvarp Føroya. Summi hava vent sær til okkara fyri at vita, hvussu vit rokna gjaldið.

Gjaldið verður roknað eftir kringvarpslógini
Neyvari sagt verður tað roknað eftir § 7, stk. 3, sum sigur, at stovnar, interkommunalir felagsskapir og partafeløg skulu rinda árligt kringvarpsgjald eftir samlaðu lønarútgjalding síni. Er lønarútgjaldingin yvir 10 mió. kr. um árið, er árliga kringvarpsgjaldið 12.000 kr., ið samstundis er mesta upphædd á gjaldinum. Minkar árliga lønarútgjaldingin, minkar kringvarpsgjaldið samsvarandi, og fer útgjaldingin niður um 100.000 kr. um árið, dettur kringvarpsgjaldið burtur.

Øll partafeløg fáa rokning
Hetta merkir, at eitt virki, ið er skipað í fleiri smærri partafeløg, fær kringvarpsrokning fyri hvørt partafelag sambært lógini. Er virkið hinvegin skipað í deildir, er tað bert høvuðsvirkið, sum fær rokning. Í hesum sambandi hevur TAKS av misgáum sent rokningar til deildir, av tí at vit hava tulkað tær sum sjálvstøðugar eindir, uttan at tær eru tað. Hetta mistak er rættað, og brøv eru send til viðkomandi deildir um ikki at rinda rokningina.