Skriva út
17. desember 2014

Kunning um umsókn at varðveita eftirlønaravtalu uttanlands

Persónar, sum arbeiða uttanlands undir setanarsáttmálum, sum áseta, at goldið verður til eftirløn hjá ávísum eftirlønarveitara í uttanlands, kunnu sambært kunngerð til eftirlønarlógina, søkja um at sleppa undan at gjalda til eftirløn í Føroyum.

Umsókn og skjalprógv
Tá ið søkt verður um undantøku, skal samstundis sendast eitt skjalprógv fyri, at starvssetanin treytar at rinda verður til ávísa eftirlønarskipan uttanlands. Dømi um tílíkt skjalprógv er ein váttan frá arbeiðsgevaranum ella eitt avrit av setanarbrævinum, um so er, at eftirlønarviðurskiftini eru lýst harí. Søkjast skal bert einaferð um undantøku.

Ársyvirlit yvir inngjald til eftirløn
Skjótast gjørligt eftir árskiftið má latast TAKS eitt ársyvirlit ella líknandi frá eftirlønarveitarinum, sum vísir, hvussu inngjøldini til eftirløn eru býtt á t.d. lutaeftirløn og lívrentu.

Freistin at søkja um undantøku
Freistin at søkja um undantøku um rindan til eftirløn í Føroyum er 1. februar árið eftir, at goldið er til eftirløn uttanlands.

Leinki til umsóknarbløð og meira kunning
Her á heimasíðuni finst meira kunning um eftirlønarlógina og treytirnar fyri undantøk, eins og øll umsóknarbløðini liggja her.

Niðanfyri eru eisini leinki til umsóknarbløðini, sum skulu nýtast til at søkja um undantøku. Legg til merkis, at niðast á umsóknarblaðnum er ein teigur til arbeiðsgevaran at skriva í. Hendan undirskrift er ikki neyðug, um setanarbræv verður sent inn saman við umsóknini.

Føroyskt umsóknarblað
Enskt umsóknarblað

Meira kunning um eftirlønarlógina
Treytir fyri undantøk