Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vitjaði TAKS
Í gjár fingu vit vitjan av Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.
Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, beyð vælkomin og greiddi frá virkseminum hjá stovninum.
Landsstýrismaðurin tók eisini orðið og legði dent á týdningin av góðum og opnum samstarvi millum TAKS og Fíggjarmálaráðið.
Vit takka fyri vitjanina og síggja fram til eitt gevandi samstarv.
