Skriva út
22. november 2024

Lat teg ikki lumpa – felagsátak móti snýti á netinum

Trý ráð um at ferðast tryggari á netinum. 1: Lat teg ikki yvirtala 2: Loyniorð eru loynilig 3: Hugsa teg um og les gjølla

Snýt á netinum er ein vaksandi trupulleiki. Mátarnir at snýta uppá gerast snildari, upphæddirnar størri og avleiðingarnar alt meira umfatandi, og tær kunnu raka okkum øll.

Við einum felags kunningarátaki varpa Talgildu Føroyar, TAKS, Nema, Føroya Tele, Føroya Banki, Betri Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi nú ljós á trupulleikan. Tí vit taka tína KT-trygd í størsta álvara og gera hvønn dag okkara fyri at steðga snýti.

Men trygdin byrjar hjá tær og hjá hvørjum einstøkum av okkum. Á teldum og telefonum okkara, úti sum inni í stovunum, og tað er altavgerandi, at vit hugsa okkum um og vísa varsemi við trygdini.

Bankaránararnir eru fluttir út á netið

Í fjør var fyrsta árið, at einki bankarán var í danska ríkinum. Í staðin verða tey gjørd á netinum, har snýtararnir gera vart við seg við sms-boðum, uppringingum og teldubrøvum, har teir biðja okkum um upplýsingar, ið teir kunnu brúka til at taka pengar okkara. Øll kunnu vit soleiðis verða snýtt fyri stórar upphæddir, best sum vit halda okkum vera tryggast.

Netbankasnýt meira enn tvífaldað síðsta árið

Helmingurin hevur tíbetur kunnað verið steðgaður, men snýtini gerast alt snildari og frekari.

Tað snýtið, sum hevur kostað fólki flest pengar í 2024, er íløgusnýt. Bara fyrra hálvár í ár eru danskir ríkisborgarar snýttir fyri 95 milliónir krónur á hesum øki sambært tølum hjá Finans Danmark. Í fjør taldi íløgusnýtið góðar 86 milliónir krónur yvir alt árið, og talan er tí um ein sera álvarsligan vøkstur í ár.

Milliónir verða eisini lumpaðar frá fólki við øðrum netsviki. Eitt nú kortsviki, netbankasviki, samleikasviki, kærleikssviki, fakturasviki og fyritøkusviki.

Trý góð ráð

Øll kunnu verða snýtt, og prísurin kann gerast høgur – í krónum og oyrum, men eisini á annan hátt.

Her eru trý góð ráð, sum vit í felag kunnu minnast til, fyri at vera tryggari á netinum.

Lat teg ikki yvirtala
Legg hornið á. Trýst ikki á ókend leinki. Lít ikki á, at sms-boð, uppringingar ella teldupostar veruliga eru frá tí persóni, sendarin sigur seg vera.

Loyniorð eru loynilig
Tað er umráðandi, at tú ikki gevur øðrum tíni loyniorð. Loyniorð eru privat.

Hugsa teg um og les gjølla
Steðga á, les gjølla og vís varsemi, áðrenn tú trýstir á leinki, og áðrenn tú góðkennir ella rindar fyri eitthvørt.

Átakið skal økja um tilvitskuna hjá føroyingum um snýt á netinum

Atferðin hjá okkum øllum á netinum er týdningarmikil fyri trygdina. Øll kunnu vit verða snýtt, og tí er alneyðugt, at vit øll brúka okkara góða vit og skil og saman skapa einar nettryggari Føroyar.

Les meira um átakið á www.samleikin.fo/tryggarianetinum