Lurta

Maður í fongsul fyri harðskap móti tollara

Eystari landsrættur staðfesti tann 6. november dóm hjá Føroya rætti, sum tann 11. juli í ár dømdi mann í 20 daga treytaleyst fongsul fyri harðskap ímóti tollara.

Hendingin fór fram á flogvøllinum í mars 2018. Maðurin, ið júst var komin við flogfari til Føroya, gjørdist illur í sær og sýndi harðligan atburð ímóti einum av tollarunum í sambandi við vanliga tolleftirlitið á flogvøllinum henda dagin.

Maðurin kærdi dómin hjá Føroya rætti fyri landsrættin, sum nú hevur staðfest dómin. Umframt fongsulsrevsingina varð maðurin eisini dømdur at rinda sakarmálskostnaðin.

 

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.