Skriva út
21. januar 2015

Mvg-eftirstøðan nógv minkað

Seinastu tvey árini er samlaða eftirstøðan av mvg minkað. Við árslok 2014 var eftirstøðan 10,9 mió. minni enn við árslok 2013, og heilar 38,7 mió. minni enn við árslok í 2012.

Samlaða eftirstøðan av mvg skuld hjá vinnuni til landið var við árslok 2014 78,8 mio. kr. Fyri tveimum árum síðan var hetta talið 117,4 mio. kr. Hóast talan er um stór tøl, skal havast í huganum, at tær 78,8 mio. fevna um bæði yngri og eldri eftirstøður og rentir av hesum. Onkrar eftirstøður eru íkomnar heilt afturi í 1993, tá ið mvg lógin kom í gildi. Eisini kann havast í huganum, at árliga mvg inntøkan bara fyri árið 2014 var 1,3 mia.

Eftirstøðan ávirkað av ymiskum viðurskiftum
Nógv ymisk viðurskifti hava ávirkan á samlaðu eftirstøðuna, og tí er ikki einfalt at greina til fulnar allar orsøkirnar til, at eftirstøðan minkar ella til tíðir veksur. Yvirskipaði búskapurin í landinum og gjaldsorkan hjá vinnuni hava stóran týdning fyri eftirstøðuna. Men eisini ítøkiligar avskrivingar av eftirstøðum í sambandi við, at fyritøkur verða avtiknar í skriftirættinum, ávirka samlaðu mvg eftirstøðuna.

Væl nøgd á TAKS við gongdina
“Seinastu tvey árini hevur gingist væl hjá okkum at hava tamarhald á mvg eftirstøðuni”, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. "Hóast frágreiðingin upp á minkaðu eftirstøðuna ikki einans finst í okkara avrikum, so eru vit væl nøgd við, at samlaða eftirstøðan er minkað. Á sumri 2013 broyttu vit bygnaðin á deildini fyri innheinting, og mentu tá eisini fleiri arbeiðsgongdir kring innheintingina. Tað tykist, sum tær broytingarnar hava verið gagnligar, og seinastu broytingarnar í mvg lógini hava eisini stuðlað undir innheintingararbeiðið", sigur Eyðun Mørkøre.