Skriva út
07. januar 2014

Nógvur ólógligur heilivágur innfluttur í 2013

Tolleftirlitið hjá TAKS hevur í 2013 staðfest eina øking av ólógligum innflutningi av heilivági. Í 2013 er lagt hald á 242 sendingar av heilivági í mun til 134 sendingar í 2012.

Talan er um sendingar, sum eru innfluttar sum postur. Hetta er heilivágur av ymiskum slag, sum privatpersónar keypa á netinum frá ymiskum útlendskum seljarum. Uttanlands eru tað fleiri og fleiri seljarar, internetapotek, sum bjóða seg fram at selja heilivágin. Lítið og einki eftirlit er við, hvat teir framleiða, og hvørjum evnum framleiðslan verður gjørd burturúr.

Nýtsla av slíkum heilivági kann vera vandamikil. Sambært HOD (Helse- og omsorgsdepartementet) kann heilivágurin bæði verða dálkaður, mangla røttu virkandi evnini, hava skeiva dosering og innihalda onnur evni, enn lýsingin sigur. Tað kann føra við sær eitran, hjáárin, yvirdosering og í ringasta føri skaða heilsuna.

Í Føroyum er tað bert Apoteksverkið, sum hevur loyvi til at flyta inn og selja heilivág.

Heilivágurin, sum onnur enn Apoteksverkið flyta inn, verður afturhildin av TAKS og burturbeindur. Talan er ofta um rættiliga kostnaðarmiklan heilivág, sum keyparin ikki kann fáa útflýggjaðan. Av hesum missur keyparin peningin, hann hevur goldið fyri ólógliga heilivágin.

Tað er ein partur av tolleftirlitsarbeiðinum hjá TAKS at tryggja fólkaheilsuna við m.a. at steðga ólógligum innflutningi av ólógligum heilivági.