Skriva út
26. juni 2017

Nú fært tú mvg’ið aftur, um tú gert íløgu í hitapumpu ella jarðhita

Løgtingið hevur nú samtykt, at tey, ið gera íløgur í hitapumpu ella jarðhita, kunnu fáa mvg’ið av íløguni endurrindað. Lógin hevur virknað frá 1. januar 2017 til 31. desember 2019.

Fyri at fáa mvg’ið endurrindað, skalt tú fylla út umsóknarblaðið M40. Leinki til umsóknarblaðið finnur tú niðast í hesum teksti.

Umsóknarblaðið skal síðan sendast Umhvørvisstovuni saman við kvittanum fyri goldnar útreiðslur til útbúnað og løn. Mvg verður ikki endurrindað fyri útbúnað, ið gongur frá hitapumpuni til hitaskipanina inni í sethúsini ella bygningin. Freistin at lata inn umsókn er 31. mars 2020. (Freistin longd til 31. mars 2026)

Á umsóknarblaðnum skal góðkendur installatørur vátta, at hitapumpan ella jarðhitin letur í minsta lagi 80% av nýtsluni til upphiting og heitt vatn, og at restin av nýtsluni eisini er grundað á el.

Tá ið Umhvørvisstovan hevur góðkent umsóknina, verður hon latin TAKS, sum síðan endurrindar umsøkjaranum mvg’ið.

Tekniskir spurningar um hitapumpu ella jarðhita skulu setast Umhvørvisstovuni. Spurningar um útgjald skulu setast TAKS.

Leinki: Umsóknarblað M40: Umsókn um at fáa meirvirðisgjaldið av hitapumpuskipan endurgoldið